Vel tínar egnu vaktir
Tú velur sjálv/ur nær tú arbeiðir, hvussu nógv tú arbeiðir, og hvørjar uppgávur passa best til tín.
Starvsfólkaveiting eftir tínum tørvi
Tá tørvur og tíð skulu passa saman
Favna bindur stovnar, tænastur og dugnalig starvsfólk saman í einum álítandi netverki. Tit fáa hjálp, tá tørvur stingur seg upp, og tú fært frælsi at arbeiða, tá tað passar tær.
Starvsfólk
Hjá Favna gera vit arbeiðslívið einfaldari. Sum partur av Favna verður tú knýtt/ur at einum netverki, har tú kanst taka arbeiði, tá tú hevur hug, tíð og orku.
Tí arbeiðslívið skal passa til lívið og ikki øvugt.
Tú velur sjálv/ur nær tú arbeiðir, hvussu nógv tú arbeiðir, og hvørjar uppgávur passa best til tín.
Arbeið meira, tá tú vilt, og minni tá tørvur er á tí, samstundis sum tú fært góða løn.
Tak spennandi uppgávur hjá stovnum innan barnaøkið og tænastur fyri fólk við ymiskum avbjóðingum.
Stovnar og tænastur
Mangla tit starvsfólk vegna sjúku, feriu, farloyvi ella óvæntaðan tørv, so veitir Favna dugnalig og álítandi starvsfólk til stovnar innan barnaøkið og tænastur fyri fólk við serligum tørvi.
Vit vita, hvussu avgerðandi tað er at hava rætta starvsfólkið á rættum staði. Tí kann Favna vera ein skjót loysn, sum passar til tykkara tørv.
Vit hjálpa, tá tørvur stingur seg upp vegna sjúku, feriu, farloyvi ella óvæntaða manning.
Dugnalig og álítandi starvsfólk, sum kunnu traðka til hjá stovnum, tænastum og borgarum.
Frá einstøkum vaktum til longri tíðarskeið, lagað til tykkara gerandisdag og krøv.
Títt arbeiði. Tín tíð. Tín avgerð.
Vit leggja dent á góðsku, álítandi samstarv og tryggleika fyri bæði stovn, starvsfólk og borgarar. Ein teldupostur til Favna er alt, sum skal til, so arbeiða vit víðari við at finna røttu loysnina.